Arly Karlsen á Hálsi leygarkvøldið

Leygarkvøldið 14. mars kl. 22 skipar Argja Bóltfelag fyri stórum countrydansi í høllini á Hálsi í Havn.

Norski countrysangarin Arly Karlsen verður høvuðsnavnið á kvøldinum, og er hann ikki hvør sum helst. Arly Karlsen er kendur um alt Noregi fyri sín framúr góða countrytónleik.


Tónleikurin hjá honum verður eisini nógv spældur kring heimin. Hann er at finna á nógvum Chart-listum og hevur verið nr. 1 í seks vikur á rað á ”European CMA top 100”. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið nr. 1 á ”Worldwide Mainstream Most Played Major and Indie Artists Chart”. Arly Karlsen hevur eisini verið konsertferðir í Europa og USA.


Umframt Arly Karlsen fara Twilight við Rannvá sum forsangara og Hallur Joensen, kendur sum countrykongurin, eisini at spæla til countrydansin leygarkvøldið. Twilight og Hallur Joensen eru vælkend í føroyska dansi- og countryumhvørvinum, so tað skuldi borga fyri góðsku at hava hesar bólkarnar við eisini.


Lagt er sostatt upp til eitt rimmar countrykvøld í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið. Argongumerkir fáast í forsølu hjá Shell við Streymin og hjá Statoil á Argjum. Eisini fáast atgongumerkir til keyps á nethandlinum á heimasíðuni hjá Argja Bóltfelag, www.ab.fo, har gjaldast kann við gjaldskorti. Óseld atgongumerkir verða seld við dyrnar.