Nú leygardagin verður árliga jólasølan hjá Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík. Húsið fyllur 26ár í ár, og meini eisini at hetta er 26árið at skipað verður fyri jólasøluni. Tað sigur Poulina Johannessen, eindarleiðari.
Lutirnir til jólasøluna eru øgiliga flottir og væl gjørdir, tí øll í húsinum eru øgiliga dugnalig.
- Í ár er tað okkurt sum gongur aftur, men annars verður tað eisni funni upp á nógv nýtt, sigur Poulina.
Jólasølan fyllur heilt nógv hjá Verkstaðnum á Brekku. Byrja verður longu aftaná jól at hugsa um hvat skal gerast til komandi ár, og aftaná summarferiuna verður av álvara farið í gongd.
Í ár eru umleið 32 fólk í húsinum, umframt 10 starvsfólk, og øll gera tey sín part til jólasøluna.
- Summi ganga øgiliga høgt uppí tað, og tey hugna sær orduliga, so tað er orduliga stuttligt at síggja, sigur Poulina.
Eitt av tí, ið er sera væl umtókt frá Verkstaðnum á Brekku, eru tær vakru nissurnar úr træið, sum verða hondgjørdar og málaðar. Umframt nissurnar verður nógv bundi, seyma og mála, og eisini verður træverkstaðið nógv brúkt.
Á træverkstaðnum gera tey m.a. fittar dukkuvognar og sera vøkur skóhorn.
Hvørt ár tá ið jólasølan er, er húsið á tremur við fólkið. Fyrr var tað oftani kø uttanfyri tá ið tað opnaði, og hóast tað ikki er tað longur, so eru tað altíð nógv fólk so skjótt sum tað opnar.
Um ein ikki hevur møguleikan fyri at koma á degnum, er tað altíð møguligt at koma ein túr forbí dagarnar aftaná at hyggja og keypa, um nakað er eftir.
Jólasølan verður leygardagin 15 novembur kl10-16, og meira er at frætta um søluna inni á facebook síðuni hjá Verkstaðnum á Brekku.










