Árliga framsýningin hjá Havnar Fimleikafelag

Fimleikur: Árliga fimleikaframsýningin hjá Havnar Fimleikafelag verður í næstu viku

Nú er tíðin aftur komin til tær árligu fimleikaframsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag.

Mánadagin 23. mars klokkan 19.00 verður framsýning av teimum eldru liðunum. Her verða 11 lið, bæði rútmisk og reiðskapslið og ikki at gloyma menninir.

Mikudagin 25. mars klokkan 19.00 verða tað tey yngru liðini, sum hava framsýning. Her verða 16 lið, m.a. foreldur og børn, smábørn og annars lið í bæði reiðskapi og rútmu við børnum á øllum aldri.

Sum vanligt verða ídnaðarprógv, 5-, 10- og 15-ársnálir handaðar. Tey trý liðini, sum í dag skulu kappast í stórkappingini, verða við á báðum framsýningunum.