Arktiskt veðurlag í Føroyum

At stórir partar av Føroyum hava arktiskt veðurlag, er nú vísindaliga staðfest. Hóast vit vanliga siga, at Føroyar liggja í tempereraða økinum, hava vit vitað, at veðurlagið er kaldari enn so, sigur granskari

Veðurlagskanning

Nú er vísindaliga staðfest, at vit hava arktiskt veðurlag í Føroyum. Kanningar hava seinastu trý árini verið gjørdar á Sornfelli, og úrslitið vísir greitt, at veðurlagið har uppi er arktiskt.
?Vit hava leingi vitað, at veðurlagið á føroysku fjøllunum er arktiskt og ikki tempererað, sum flestu lærubøkur annars siga, greiðir Lis Mortesen, á Jarðfrøðisavninum ,frá. Men ikki fyrr enn nú er tað staðfest við kanningum.
Jarðfrøðisavnið setti í 1999 eina veðurlagsmátingarstøð upp í 726 metra hædd á Sornfelli. Støðin mátar veðurlagið har uppi, so sum vindferð og ætt, lufttrýst og hita.
Hetta er fyrstu ferð, ein veðurmátingarstøð hevur verið so ovalaga í Føroyum, greiðir Lis Mortensen frá. Tann, sum hægst hevur verið undan hesari, var á Norðadalsskarði. Hon stóð í 282 metra hædd. Men tað varð ikki hildið at vera nøktandi til at máta veðrið á fjøllunum ella fyri tann skuld í landinum yvirhøvur, tí heili 60 prosent av føroyska landaøkinum liggur hægri enn so.
Tí varð støðin á Sornfelli sett upp, og hon hevur so givið tey úrslit, sum nú kunnu vísast á sum prógv fyri tí, føroyingar leingi hava vitað. Nevniliga at vit í grundini hava arktiskt veðurlag so ovalaga í Føroyum.
Fíggingin, sum fekst til verkætlanina, røkkur til eini tvey ár afturat. Men á Jarðfrøðisavninum vóna tey, at til ber at fáa meira pening, soleiðis at kanningarnar kunnu halda fram eina tíð enn, so neyvari tøl verða at vísa á.
Kanningarnar higartil hava víst, at hitalagið er rættiliga svingandi á fjøllunum. Til dømis varð meðalhitin ár 2000 máldur til at vera 1,7 stig fyri alt árið á Sornfelli. Mesti hiti var tað árið máldur til umleið 15 stig har uppi, meðan mátarin var niðri á umleið 11 kuldastigum, tá kaldast var, greiðir Lis Mortensen frá.
Tað krevur nógva røkt at hava eina støð standandi so høgt. Men við ymsum snildum er funnið fram til eina skipan, har mátiinstrumentini eru goymd í eini lítlari tunnu og síðan verða lyft upp tvær ferðir hvønn tíma at gera kaningarnar, sum gerast skulu.
?Hetta hevur riggað væl, sigur Lis Mortensen, og hava vit fingið áhugverd úrslit haðani.