Arktis er dálkað av mikroplasti

- Vit væntaðu at finna umhvørvisdálking, men vit eru forfard av, at nøgdirnar eru so stórar, sigur Melanie Bergmann, sum stóð á odda fyri kanningini hjá Alfred-Wegener-stovninum.

 

 

Granskarar eru forfardir um tær nøgdir av mikroplasti, sum tey hava funnið í kavanum á Svalbard. Plast er sambært nýggjari kanning fokið við vindinum heilt upp til Arktis. Úrslitini vísa, at lutfalsliga stórar nøgdir av smáum plastbitlum enda heilt uppi í Arktis.

BBC vísti í fjør til kanningar, sum áður eru gjørdar og sum vísa, at stórar nøgdir av mikroplasti eru í havinum kring Arktis.

Í gjár - mikudagin - vísti týski Alfred-Wegener-stovnurin á eina kanning, sum stovnurin hevur gjørt og sum fakliga tíðarritið Science Advances nú hevur almannakunngjørt.

Sambært NRK vísir kanningin, at stórar nøgdir av plasti eru í havinum kring Svalbard.

##med2##

Granskarar hava nevniliga funnið upp í 14.000 smáar plastbitlar í hvørjum litri av kava á Svalbard, og her kann leggjast aftrat, at mikroplast verður greinað sum plastbitlar, ið eru smærri enn fimm millimetrar.

- Vit væntaðu at finna umhvørvisdálking, men vit eru forfard av, at nøgdirnar eru so stórar, sigur Melanie Bergmann, sum stóð á odda fyri kanningini hjá Alfred-Wegener-stovninum.

Plastbitlar, sum eru í havinum, vera fluttir við havstreymum, men spurningurin hjá granskarum hevur verið, hvussu mikroplast í luftini kundi mátast. National Geographic veit at siga, at svarið her var at máta plast í kavanum.

##med3##

Kavaroyndir eru tiknar bæði á Svalbard og eitt nú í Alpunum, og í Alpunum í syðra parti av Týsklandi vóru heilt upp í 150.000 plastbitlar í hvørjum litri av kava.