Í dag klokkan tvey letir arkitekturin og listamaðurin Høgni Larsen upp eina framsýning við vatnlitstekningum. Seinastu drúgvu tíðina hevur Høgni Larsen gingið runt í Havnini og teknað grannaløg og gøtir.
Høgni hevur eyga fyri at býarmyndin broyttist og hann veit at fotomyndir er ikki tað saman sum tá einog litgevur við egnum hondum og eygum.
Á framsýningini verða ikki færri enn 45 vatnlitstekningar úr Havnini, so her liggur drúgvt arbeiði aftanfyri.
Høgni Larsen er kendur sum arkitekturin aftanfyri Fríðrikskirkjuna á Nesi.
Framsýningin verður í egnum hølum í Løkjutúni 1 á Argjum. Framsýningin er opin leygardagin frá klokkan 14-18 og somuleiðis sunnudagin. Mánadagin til fríggjadagin í komandi viku frá klokkan 16-19 og komandi leygardag frá klokkan 14-18.










