Arkitektar vilja hava Bursatanga

Øll arkitektafeløgini, sum eru spurd um staðseting, peika á Bursatanga, og onkur hevur meira enn tað eina uppskotið.

 

Í niðurstøðuni hjá dómsnevndini, sum hevur fingið uppskot um, hvar eitt tjóðleikhús kann byggjast í Havn, verður støðið serliga tikið í uppskotunum, 3 og 4, sum bæði síggjast á kortinum her omanfyri. Hesi uppskot eiga ávikavist, Zeta Architects/ Brim Arkitektar og Henning Larsen NA. 

- Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, kann standa sum ein stakbygningur og soleiðis bera tað sermerki og tign, sum tjóðleikhúsið og virksemið í húsinum eigur at hava. Húsið kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.

Dómsnevndin vísir á, at staðsetingin kann tillagast í mun til bryggjukantin og landslagsrúmið um Eystaru Vág, soleiðis at bygningurin ikki ger seg inn á útsýnið út á havnarøkið ella á Tinganes.

Útiøkini verða sjónlig frá býnum og bjóða gangandi til sjónleik - ella at fara til gongu framvið bryggjukantinum.

- Henda staðseting letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum her verða skapt.

Dómsnevndin vísir á, at atkoma fyri koyrandi kann verða eftir Havnargøtu, sum bindur miðbýin til teir størru ferðsluvegirnar í býnum og til ringvegin Yviri við Strond.

- Parkeringin kann skipast á landssynningspartinum av havnarøkinum, og vørukoyring til og frá húsinum kann skipast í samband við parkeringsøkið - uttan at vera til ampa fyri økini, sum venda móti vágni, ið rúma góðum møguleikum fyri fríløtuvirksemi.

Lagt verður aftrat, at ein staðseting av tjóðleikhúsinum eisini kann vera fyrsta stigið í einari býarmenning á Eystaru Bryggju.

Á viðheftu myndum sæst, hvørji uppskotini til staðseting av tjóðleikhúsi eru (rundur ringur við tali), og hvør eigur uppskotini, sum eru sjey í tali:

1) Henning Larsen NA

2) Selmar Nielsen arkitektar/ White arkitektar

3) Zeta architects/ Brim Arkitektar

4) Henning Larsen NA

5) MAP Arkitektar

6) Kontrast

7) Kontrast

Sum sæst, peika øll arkitektafeløgini á Bursatanga, og onkur hevur meira enn tað eina uppskotið. Tað er soleiðis Kontrast, sum peikar á Bursatanga (6) og Boðanes (7) og Henning Larsen NA peika á ávikavist Skálatrøð (1) og Bursatanga (4).

##med2##