Arkitektar tiknir

Løgreglan í Pólandi hevur tikið tríggjar arkitektar í sambandi við vanlukkuna, tá takið á einari framsýningarhøll í býnum Chorzow hoyknaði undan kava fyri fimm mánaðum síðani. Vanlukkan ktavdi 65 mannalív.

Vanlukkan er tann størsta av sínum slagi í Pólandi nakrantíð, og verða arkitektarnir funnir sekir í byggifuski, kunnu teir fáa upp í átta ára fongsul. Teir tríggir menninir eru ávikavist 46, 48 og 69 ára gamlir.

Umleið 200 fólk vóru inni í framsýningarhøllini í Chorzow, tá takið hoyknaði undan kavanum.