Arkitektar kappast um nýtt spír til Notre Dame

Innan fimm ár skal Notre Dame sambært forsetanum vera endurbygd. Altjóða arkitektar skulu hjálpa

Endurbyggingin av niðurbrunnu Notre Dame verður ein altjóða kapping. Tað upplýsir franski forsætisráðharrin, Edouard Philippe, sambært tíðindastovuni AP.

Forsætisráðharrin hevur boðað frá ein kapping fyri altjóða arkitektar, sum kunnu senda boð inn um nýtt spír á Notre Dame-dómkirkjuni í París.

Tað hendir, eftir at forsetin Emmanuel Marcon í dag hevur havt stjórnafund um endurbyggingina av teirri 850 ára gomlu dómkirkjuni, sum brann í grund mánadagin.

Kappingin hevur sum endamál at »geva Notre Dame eitt spír, sum er tilpassað tøkni og avbjóðingar á okkara døgum«, sigur Philippe sambært AP.

Hann upplýsti samstundis, at myndugleikarnir enn ikki hava mett um, hvussu nógv endurbyggingin fer at kosta.

Higartil eru pengar streymaðir inn frá øllum síðum – eisini frá fronskum ríkmonnum. Í morgun var upphæddin komin upp á 6,5 millardir krónur.

Tað er enn óvist, hvør orsøkin var til eldin, sum ikki varð sløktur fyrr enn gjáramorgunin. Hildið verður, at talan er um óhapp í sambandi við umvælingararbeiðið í søguliga dómkirkjuni.

Emmanuel Macron hevur boðað frá, at kirkjan verður endurbygd inn næstu fimm árini.

– Vit vilja endurbyggja dómkirkjuna, so hon verður enn vakrari, og tað skal verða gjørt innan næstu fimm árini, segði franski forsetin í gjárkvøldið í eini sjónvarpsrøðu.

Hesa tíðina verður Notre Dame stongd fyri almenninginum í fimm til seks á. Tað sigur Patrick Chauvet, prestur í dómkirkjuni, við AP.

Notre Dame er ein av størstu ferðamálunum í Frankaríki, sum hvørt ár fær vitjan av um 13 milliónum vitjandi úr øllum heiminum. Tað svarar til 30.000 fólk um dagin.

 

/ritzau/AP