Frá Filmsfelagnum:
Mikudagin 19. februar fer Ole Jensen, arkitektur, at innleiða sýningina ”Architecton” í Filmsfelagnum.
Borin av knívhvøssum myndum, sum nærum uttan dialog lýsa heimsins byggilist í túsundir av árum, tekur russiski leikstjórin, Victor Kossakovsky (f.1961), okkum við á eina ferð, ið neyvan hevur staðið biografgangarum í boði fyrr. Í ljósi og ljóði fáa vit eina filmslistaliga uppliving, sum er púra uttanfyri tað vanliga.
Fáir leikstjórar brúka filmiska biografmyndamiðilin sum Kossakovsky, ið áður hevur gjørt ”Aquarela” (2018) og ”Gunda” (2020), sum vann nógvar altjóða virðislønir úr Russlandi til Noregs og Svøríki.
Nýggi stórbæri filmurin, ”Architecton”, sum varð frumsýndur í høvuðskappingini í Berlin, er ein filmslistalig gransking av byggilistini í túsund ár og meir - úr tveytúsund ára gomlu toftunum í tempulstaðnum Baalbek í Libanon, til bumbaðu nútíðarbygningarnar í Ukraina, har fólk hava búð og sumstaðni enn búgva, og heilt niður í jarðfrøðiligu fornfláirnar, har mannaættin legði fyrstu tún og steinar.
”Architecton” er vakur og hugtakandi filmur í episkum skala.
##med2##
Hóast filmurin er mest sum uttan orð, gevur leikstjórin sær tó stundir at vitja italska arkitektin, Michele de Lucchi (f.1951), sum við handverkarum ger symbolskar steinsirklar í garðinum. Tí mentanir koma og fara, og okkara tíð er heldur ikki vard móti mannaskaptum ella náttúruelvdum vanlukkum og undirgangi.
”Architecton”, sum skapar undran og hugsan, er ein filmur, ið sum eingin annar eigur at verða sæddur á stóra løriftinum í biografinum. Sýningarnar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, sum er einasti biografur í landinum. Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962.
Filmsfelagið 19/2 kl 20:00 Architecton (Victor Kossakovsky 2024 Týskland, Frakland, USA, Franskt Polynesia 94 min)