Aristide skiftir til 07 Vestur

23 ára gamli verjuleikarin, ættaður av Fílabeinsstrondini, skifti til AB undan kappingarbyrjan í 2009. Hann hevur roynst argjamonnum væl seinastu tvey árini. Nú fara hann og vágamenn undir royndina at varðveita sætið í Vodafonedeildini.

 

Tehe Aristide er 190 cm langur og vigar 82 kilo. Umframt AB, hevur hann spælt við barndómsfelagnum Siquilolo.