Aristide er hetjan á Argjum

Fílabeinsstrandingurin í miðverjuni hjá AB, Tehe Aristide, gjørdist stóra hetjan í botnuppgerðini á Argjum ímóti Fc Suðuroy. Hann spældi ein framúr góðan dyst í miðverjuni saman við Gunnari Haraldsen og skoraði hann eisini einsamalla málið í dystinum. Í 9. royndini eydnaðist tað argjamonnum at fáa ein sigur til høldar.

Í fjør var 23-ára gamli fílabeinsstrandingurin, Tehe Aristide, álitið í stinnu verjuni hjá argjamonnum. Higartil í ár hevur Aristide saman við fleiri av hinum leikarunum ikki funnið sama støðið, sum í fjør tryggjaði AB eitt sætta pláss, tíggju stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Í vikuni hava bæði argjamenn og suðuroyingar sagt við Sosialin, at teir hava spælt ov álopskent og nú fara aftur til at verja fyrst og fremst.
– Vit spældu verjukent í dag og tað var ikki pent at hyggja eftir, men tað vísur seg, at tað er soleiðis vit skulu spæla fyri at fáa skavað stig saman, sigur John Hansen, ið stríðist á miðjuni hjá argjamonnum allan dystin.
Tjúgu minuttir fyri tíð kom avgerandi løtan í dystinum. Nikolaj Eriksen fór umkoll í høgru síðu og so var fríspark til AB. 18-ára gamli Alex Mellemgaard sendir tað væl innfyri og har er Tehe Aristide fyrstu á bóltin og stútaðar hann í mál.
– Tehe Aristide og Gunnar Haraldsen spæla væl í miðverjuni í dag og við teimum kenna vit okkum tryggar. Vit standa eisini væl á vøllinum. Hesin sigur hevur nógv meiri at siga enn trý stig. Um vit taptu í dag, so hevði FC Suðuroy komi uppá níggju stig og so hevði verið ringt at fingið teir aftur, sigur John Hansen
Á Argjum hevur leiðslan í FC Argir, sum rekur besta mansliðið, sæð seg noydda at koyra leikararnar niður í løn fyri at felagið ikki skal koma í fíggjaligt óføri. Tað tóktist ikki ávirka stríðshugan hjá teimum.
– Mennirnir hava góðtikið nýggju treytirnar og so er bara fótbóltsspælið eftir. Grundin til at vita spæla fótbólt er at vit elska ítróttin og ikki tað fíggjarliga. Tað fíggjarliga er sjálvandi eitt bonus, sigur John Hansen at enda.
Tað sást týðuliga at hetta var ein botnuppgerð har nógv stóð uppá spæl. Meðan menn góvu seg fult út í hvørjum einasta tvídysti, so manglaði tekniski førleiki í alopsspælinum. Dysturin bleiv ongantíð eitt fótbóltsupplivilsi hóast fótbóltslíkindini vóru av teimum bestu. Hvørki av liðnum megnaði at skapa nakað serligt av møguleikum og tí var tað heldur ikki óvæntað at tað einsamalla málið kom uppá ein deyðbólt.