Aril Edvardsen er deyður

Nógvir føroyingar eru stuðlar hjá verkætlanunum, sum Aril Edvardsen hevur sett í verk Kendi norski trúboðarin Aril Edvardsen er deyður, 69 ára gamal. Aril Edvardsen doyði ígjár í Mombasa í Kenya í Afrika. Hann og konan, Kari høvdu júst verið við til eina stóra møtirøð úti á oynni, Zanzibar, sum hoyrir til Tanzania. Aril Edvardsen varð føddur í Kvinesdal í norska fylkinum Vest-Agder á norska suðurlandinum. Aril Edvardsen hevur vitjað í Føroyum, har stórar mannfjøldir lýddu á boðskap hansara. Fyrsta vitjanin í Føroyum varð í 1981. Nógvir føroyingar hava stuðlað felagsskapi hansara ?Troens Bevis Verdens Evangelisering? fíggjarliga, og er tað eitt stórt tal av føroyingum, sum hava vitja kristnu miðstøðina, sum liggur í føðibýi Aril Edvardsens, Kvinesdal. Hesin felagsskapurin varð stovnaður í 1965. Við árinum gjørdist Aril Edvardsen ein heimsgitin kristniboðari, og vitjaði hann í mongum londum. Hann vitjaði serliga nógv í Afrika og í India. Aril Edvardsen tók eisini lut á mongum ráðstevnum, har hann mælti til frið og semju millum teir átrúnaðarligu og politisku leiðarnar í teimum ófriðarligu pørtunum av Heiminum. Tó hava tað verið ósemjur millum tey kristnu í Noregi um sjónarmið Aril Edvardsens. Ì 1974 varð Aril Edvardsen tann fyrsti hvítusunnuleiðarin í Noregi, sum loyvdi einum katólskum presti at taka orðið á einum talarastóli í einari hvítusunnusamkomu. Ì 2004 varð stórt tjak millum Aril Edvardsen og gamla leiðaran hjá norska Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen. Aril Edvardsen dámdi ikki tað neiligu lýsingina, sum Carl I. Hagen hevði av profetinum, Muhammed.