Árið nógv merkt av sjúku í familjuni

- Politiskt hevur árið fyri meg verið rokaligt, har eg nakrar ferðir kendi meg noyddan at ganga ímóti samgonguni, sigur Reimund Langgaard.

 

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- Árið hevur verið blandað. Nógvar góðar og spennandi løtur, bæði við familju, vinum og í arbeiði; men árið hevur eisini verið nógv merkt av sjúku í familjuni, og hevur tað verið sera tyngjandi. Tó vóna vit, at tað nú fer at ganga framá.

 

Reimund Langgaard, løgtingsmaður, sigur, at politiskt hevur árið fyri hann persónliga verið eitt rokaligt ár, har hann nakrar ferðir hevur kent seg noyddan at gingið ímóti samgonguni.

 

- Men, tað hevur eisini verið sera spennandi politiskt, har vit nú byrja at síggja fruktirnar av førda politikkinum. Nú hava vit nógv betri tíðir og eitt sera lágt arbeiðsloysi.

 

Hvat minnist tú best frá 2014?

 

- Eg minnist nokk best dagin, tá svigerinnan hjá mær endaði í respirator fyri síðan at vera send á børu til Ríkissjúkrahúsið. Hetta er ikki eitt gott minni, men tó er tað nokk tað, sum eg minnist best. Men, so minnist eg eisini dagarnar eftir, tá hon fekk tað betri, slapp úr respiratorinum og síðan fekk loyvi at koma heim aftur. Samlaða hendingin hevði við sær nógva sorg og stúran, men eisini nógv at gleðast um og takka fyri.

 

Reimund vísir á, at av samfelagsligum minnum kunnu nevnast, at Føroyar vunnu Grikkaland í fótbólti, at Víkingur kom víðari til 3. umfar í fótbólti, at makrelsemjan kom í hús, og at Eysturoyartunnilin var samtyktur.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

- 2014 er fyrsta árið síðan 2001, at eg ikki havi verið í Asia og fyrsta árið síðan 2007, at eg ikki havi verið í Kambodja. Eg gleðist tó um, at nógv spennandi hendur í kirkjuni, sum vit arbeiða saman við, og eitt nú hava tey fingið eina fulltíðar sjúkrasystir og fáa nú hjálpt enn fleiri fólkum. Men, hóast eg ikki havi verið í Asia í ár, so havi eg havt ómetliga nógvar góðar løtur her heima á klettunum saman við familju og vinum, sum eru mær ómetaliga kærar.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?

 

- Um ein skal læra av feilum, er neyðugt at byrja við at viðurkenna heldur enn at gloyma, og tí vil eg ikki gloyma egnar feilir. Vil fegin gloyma tað, sum onnur órætta hava gjørt móti mær, men hetta havi eg faktiskt eisini lætt við at gloyma, tá eg ikki eri ein illmintur persónur.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?

 

- At tað gongur mínum væl, og at tey øll eru frísk. At tað fer at ganga enn betri í Føroyum, og at Føroyar verða eitt gott samfelag fyri øll - eisini fyri tey í móðurlívi. Og so ynski eg mær, at tann ræðuliga forfylgingin sum kristin uppliva, eitt nú av ISIS, fær ein enda. Til seinast vil eg nýti høvi at ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár - við tøkk fyri tað brátt farna, sigur Reimund Langgaard, løgtingsmaður.