Amerkianska poppsongstjørnan, Ariana Grande, vil aftur til Manchester at spæla eina stuðulskonsert fyri at savna pengar inn til offrini og familjur teirra eftir bumbuspreinginina mánadagin.
Tað skrivar hon á Twitter.
Tað var beint eftir konsertina hjá henni í Manchester Arena mánakvøldið, at ein sjálvmorðsbumbumaður brast eina bumbu, sum drap 22 fólk og særdi yvir 100. Tá avlýsti Ariana Grande allar konsertirnar hjá sær.
/RITZAU/










