Fløgan "Afther These Messages", ið kom út fyrr í vár, er longu nærum útseld. Tað frættist frá limunum í Aria, at fløgan varð útseld í 3-aranum í Havn og í Miklagarði í Klaksvík, og hava hesir júst fingið nakrar fáar afturat, og sostatt er goymslan hjá Tutl tóm. Tískil hava limirnir í Aria avgjørt at prenta 300 eintøk av fløguni afturat.
Í Aria eru teir ovfarnir av góðu søluni. Teir væntaðu ikki, at so nógv fór at verða keypt av henni, tá teksturin ikki er á føroyskum og tónleikurin á fløguni mest vendir sær til teir yngru áhoyrararnar. Men veruleikin er, at fløgan nærum er rivin av hillunum, og er hetta sjálvsagt bert at fegnast um.










