Aria og Flux aftur at hoyra

Leygarkvøldið 15. Apríl verður skipað fyri stórum konsert og dansitiltaki í høllini á Kambsdali, har Aria, Flux og Arnfríð Lützen vera at hoyra

Fróði Løkságarð


Leygardagin 15 Apríl hendir eitt og annað spennandi á Kambsdali. Eftir stóra barnatiltakið við Kulum Rótum, búktalara, dukkum, og leikandi og syngjandi børnum, verður skipað fyri minst líka forvitnisligari konsert og dansitilaki um kvøldið, har bólkarnir Aria, Flux og unga sangkvinannan Arnfríð Lützen luttaka. Lítið hevur verið at hoyrt til bæði Aria og Flux seianastu tíðina, so tað má sigast at hetta er ein góður møguleiki at hoyra tveir av teimum tíðandi føroysku bólkunum aftur, og hoyra hvat teir hava at bjóða uppá.


Eitt ár síðan fløguútgávuna


Í hesum døgum er júst eitt ár ligið síðani fløgan After These Messages var send á marknaðin. After These Messages er fyrsta útgávan hjá klaksvíksbólkinum Aria. Aria gjørdu rættuliga vart við seg, tá teir luttóku í Prix Føroyar kappingini í 1997, har teir endaðu á triðja plássi. After These Messages hevur selt rættuliga væl, og okkurt lagið hevur eisini vunnið seg inn á fimtan tær bestu hjá útvarpinum.Tvey tey fyrstu uppløgini eru útseld, og í løtuni verður bíðað eftir at triðja upplagið skal koma heim. Sum nakað nýtt so hevur TUTL sum stendur fyri útbreiðsluni av fløguni, gjørt royndir at marknað-arføra fløguna á allnótini eisini. Á allnótarbústaðnum www.amazon.com ber til at keypa fløgur og bøkur. Leitar tú nóg væl, so finnur tú eisini fløguna hjá Aria har, og enntá hevur onkur verið so beinasamur at skriva eitt ummæli, soleiðis at áhugaðir keyparar kunnu fáa eina ábending um hvat tað er Aria hava at bjóða uppá.

Rættuliga friðarligt hevur verið rundan um Aria higartil í ár. Hetta er fyrsta høvið hjá fólki at hoyra Aria til eitt stórt tiltak í ár. Limirnir í Aria eru spjaddir í løtuni, tveir ganga í skúla í Havn, og guitarleikarin Petur Hans Nicla-sen gongur í skúla í Danmark. Av hesum sama hevur Aria mestsum ligið stilt tað sum er farið av árinum. Leygarkvøldið verður tó spælt við fullari manning. Teir í Aria siga annars, at hetta nokk verður einasta stóra framførðslan hjá teimum líka til einaferð seint í summar, tá teir hava ætlanir um at fara at spæla aftur. So hjá teimum sum leingjast eftir at hoyra Aria aftur, ræður um at møta upp á Kambsdali leygarkvøldið.

Teir í Aria siga víðari at tónleikurin teir fara at spæla hetta kvøldið verður eitt bland at heimagjørdum og læntum tilfari. Spæld verða løg úr fløguni, umframt at nøkur coverløg eisini vera at hoyra. Coverløgini ið Aria vanliga spæla er tónleikur, ið er frammi í tíðini, umframt at eldri og vælkend løg eisini sleppa upp í part.


Flux aftur at hoyra


Bólkurin Flux við tí ungu manningini, tók øll av bóli, tá teir gjørdu vart við seg til Prix Føroyar kappingina í 1999. Ungu menninir úr Eysturoynni raktu plett við teirra hartsláandi nýmótans rokktónleiki, og sangurin Mr Headless gjørdist nærum ein landaplaga. Eitt nú var hann nummar eitt í fimtan teimum bestu hjá útvarpinum í fleiri vikur. Fleiri vóru tey sum hildu at Flux vóru einasta veruliga boðið uppá ein bólk sum hevði tað sum skuldi til fyri at klára seg uttanlanda.

Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt til Flux seinastu tíðina, og verður tað tí so mikið forkunnugari at hoyra bólkin aftur nú. Eftir Prix Føroyar luttøkuna spældu Flux dúliga til dans, men seinastu tíðina hevur verið púra friðarligt rundan um bólkin. Eftir hvat skilst so hevur bólkurin verið nógv í venjingarhølunum har teir hava arbeitt við nýggjum tilfari. Eisini eru onkrar broytingar farnar fram í manningini í bólkinum, eitt nú hava teir verið í Klaksvík og leita sær eftir nýggjum trummusláara. Spennandi verður at hoyra leygarkvøldið hvat tað er teir hava putlast við seinastu mánaðarnar, og hvørja leið teir eru farnir tónlistarliga. Eisini eru tíðindi farin at ganga um at Flux eru á veg í upptøkuhølini. Spennandi verður at síggja hvat fer at koma burtur úr hesum.


Arnfríð og Aria


Eftir at hava sungið við Kular Røtur um dagin, verður Arnfríð eisini at hoyra til tiltakið um kvøldið. Arnfríð sum gjørdist ársisns songrødd í 1998, hevur líka síðani verið allsamt meiri at hoyra, sjálvt um tað enn ikki er blivið til nakra útgávu frá henni. Arnfríð hevur fyrr roynt seg á palli saman við Aria, har hon bæði hevur sungið kór, umframt at hon eisini royndi seg sum forsangara saman við Jógvan Hansen. Eftir hvat skilst, so er ikki óhugsandi at tað júst verður saman við Aria, at Arnfríð verður at hoyra, umframt at hon møguliga eisini sjálv fer at framføra okkurt sjálv. Hetta verður helst okkurt tilfar frá kular røtur útgávuni, og møguliga eisini onkur nýggjur sangur, men nærri fæst at vita um hetta í høllini á Kambsdali leygarkvølið.