Av tí at talan er um, at kenda dansistaðið í Klaksvík Lognbrá skal lata aftur á nýggjárinum, hevur bólkurin Aria sagt ja til at spæla har fyri seinastu ferð.
Lognbrá er eitt av teimum fáa dansistøðunum, sum eru eftir í landinum, ið hýsir ungdómi undir 18 ár. Hetta er tí, at Lognbrá ikki byggir sín dans á skeinkiloyvi, sum annars vanligt í dag - eitt nú í høvuðsstaðnum.
Livandi tónleikur hevur verið fastur táttur í Lognbrá øll árini. Bólkar úr øllum landinum hava verið í Klaksvík og spælt, tí Lognbrá hevur verið eitt gott stað fyri føroyskar bólkar. Hølini eru ikki ov stór, sum ítrottarhallir ofta kunnu tykjast, og hinvegin er tað heldur ikki ov trongligt.
Ein av bólkunum sum hevur góð minni frá Lognbrá, er Aria, sum líkasum hevur havt Lognbrá sum sín skansa í heimstaðnum. Tí hildu teir í Aria tað vera upplagt at heilsa Lognbrá eina seinastu ferð við at trína á pallin.
Orsøkin til at Lognbrá nú gevst við dansi er, at hølini eru partur av KÍ-høllini, og KÍ, sum eigur høllina, hevur brúk fyri hølunum, har Lognbrá hevur hildið til.










