Tað verður ikki hissini vitjanir, sum tvey feløg við føroyskum spælarum í donsku superliguni fáa í fyrsta umfari í morgin. FC Midtjylland fær í Herning vitjan av Brøndby, og Silkeborg IF fær vitjan av FC København.
Sonni Ragnar Nattestad er á lønarlistanum hjá FCM. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið við í onkrum av venjingardystunum upp undir kappingarbyrjan, men hann er ikki boðsendur at vera við í fyrsta umfari, tá ið FCM fær vitjan av Brøndby í annaðkvøld.
Seinnapartin í morgin skal Silkeborg royna seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini eftir uppflytingina fyrr í summar. Á liðnum, sum flutti upp, vóru bæði Christian Lamhauge Holst og Ári Mohr Jónsson. Christian Lamhauge Holst er nú fluttur til Fremad Amager. Ári Mohr Jónsson er framvegis í Silkeborg, og hann er millum teir átjan, sum hava fingið boð at vera við í morgin.
Síðsta kappingarár var Ári Mohr Jónsson nógv plágaður av skaða, sum helt honum burtur frá besta liðnum inntil fram ímóti kappingarenda. Nú er hann tøkur aftur, og so fæst at síggja í morgin, um føroyski spælarin fær kjansin á vøllinum.










