Ari verður við ímóti AB

Á Argjum sakna teir framvegis lyklaspælaran í framrættaða spælinum

Géza Dávid Turi, Ari Olsen og Víkingur fáa í kvøld vitjan av AB

Síðsti dystur í 9. umfari verður í kvøld klokkan 19 í Sarpugerði. Tá fær Víkingur vitjan av AB.

 

Víkingur er á fjórða plássi við 14 stigum. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku í kvøld, so vera tað trý stig frá Víkingi og fram til triðja plássið og HB.

 

Hjá Víkingi hava tríggir spælarar seinastu vikurnar ikki verið við, tí teir hava verið darvaðir av skaðum. Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen eru framvegis skaddir, meðan Ari Olsen verður á listanum í kvøld. Hann var millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum, sum leygardagin vann 2-1 á útivølli ímóti B68. Eitt korter undan leikloki varð hann útskiftur, og í kvøld verður hann á beinkinum.

 

Tá ið Ari Olsen varð skaddur, fekk Signar á Brúnni møguleikan á vongverjanum í høgru, og hann hevur av álvara tikið av. Ari Olsen noyddist av vøllinum tveir minuttir undan leikloki, tá ið Víkingur 1. apríl vann 7-0 á heimavølli ímóti TB. Talan var um vøddaskaða í lærinum, sum strandingurin í Víkingi nú hevur fingið bilbukt við.

 

Hjá AB leingjast teir eftir at fáa tríggjar skaddar spælarar við aftur. Ein teirra er framrættaði Marius Lindh, sum ikki hevur verið við higartil í ár. Ein annar er Rógvi Skála, sum heldur ikki hevur verið á vøllinum í ár, og triði skaddi spælarin er Jacob Gottberg úr Finnlandi, sum ikki hevur verið við síðani 30. apríl, tá ið tað endaði málleyst á heimavølli ímóti TB. Hetta er einasta stigið, sum AB higartil hevur vunnið.

 

Víkingur – AB: Heini Ziskason Viðoy kl. 19.00.  

 

Géza Dávid Turi, Ari Olsen og Víkingur fáa í kvøld vitjan av AB