Ári undir knívin í morgin

Føroyski vongverjin í Silkeborg verður skurðviðgjørdur í morgin, eftir skaðasteðg í eitt hálvt ár

Í fjør gekk tað leingi sum eftir ánni hjá 19 ára gamla Ára Mohr Jónsson, sum roynir fótbóltseydnuna í Silkeborg, har hann er liðfelagið hjá Christian Lamhauge Holst. Ári megnaði at spæla seg til pláss á besta liðnum, og hann vann sær eisini fyrsta landsdystin fyri Føroyar.

Síðani í september hevur Ári ikki spælt. Tá varð hann skaddur í øðrum øklinum. Hann hevur fingið viðgerð og roynt at vant, men skaðin plágar framvegis, og í morgin verður Ári  lagdur undir skurð.

-Eg eri komin heim at verða skurðviðgjørdur á Landssjúkrahúsinum. Tíverri hevur tað víst seg ómøguligt at sleppa av við skaðan á annan hátt enn at verða skurðviðgjørdur. Nú fáa vit at síggja, hvussu hetta fer at taka seg upp, men eg vóni at fara undir aftur venjingarnar í Silkeborg um nakrar vikur. Kanska verður tað um tvær vikur, og kanska verður tað um seks vikur, sigur Ári Mohr Jónsson.

Hevur tú so einki vant síðani í september?

-Jú, eg havi verið nógv í venjingarhølum. Eg havi eisini fleiri ferðir eftir styttri og longri steðgir roynt at vant saman við liðfeløgunum, men orsaka av skaðanum er tað ongantíð vorðið til regluligar venjingar í eitt longri tíðarskeið. Men eg eri ikki so illa fyri, at eg kenni tað, sum at eg skal fara undir venjingar frá null. Tað skal tó eitt sindur til, áðrenn eg aftur verði so væl fyri, sum eg var, sigur Ári Mohr Jónsson.

4. mars fer Silkeborg á venjingarlegu í Turkalandi. Ári hevur ikki heilt avskrivað møguleikan at fara á venjingarlegu saman við liðfeløgunum:

-Tað valdast, hvussu tað fer at ganga við venjingunum, men undir øllum umstøðum verður tað ein kapprenning við tíðina.