Ári tekur kjansin

Manslandsliðið: Ári Mohr Jónsson fór skaddur av vøllinum móti B36, men tekur kjansin

Ári Mohr Jónsson verður í fyrstu atløgu partur av landsliðshópinum, sum samlast í dag. Hann fór av vøllinum í 1-0 sigrinum á B36 leygarkvøldið.

 

- Eg fekk eina forstrekking. Nú má eg líka síggja hvussu álvarsligt tað er og um eg kann spæla, sigur Ári M. Jónsson.

 

Mads Boe Mikkelsen úr KÍ hevur givið avboð til komandi landsliðssamling. Nýggjur í hopinum er Hørður Askham. Eitt sindur sermerkt er, at tað nú eru seks miðverjar í hópinum, um tú roknar Rógva Baldvinsson við.

 

Hópurin:

 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Hørður Askham, HB

 

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)

 

Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn

 

Jóan Símun Edmundsson, S. K. Beveren (Belgia)

 

Leygardagin 17. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, kemur Albania á vitjan.