Ári spældi 68 kappingardystir fyri Sandnes ULF

2020 varð tað besta árið hjá Ára Mohr Jónssyni í Sandnes

Ári Mohr Jónsson hevur takkað fyri seg aftaná fýra kappingarár við Sandnes ULF í næstbestu norsku deildini, eisini kend sum OBOS-deildin. Leiðin vendir nú heimaftur til HB.

 

Tey fýra kappingarárini Ári spældi í Sandnes endaði liðið á 7., 8. 9. og á 10 plássi av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku deildini. 

 

Hesi fýra árini spældi Ári 68 kappingardystir fyri Sandnes ULF. Ári skoraði eitt mál og legði upp til sjey mál í hesum 68 dystunum. Ári fekk átta kort í tíðini í Sandnes ULF, og einki reytt kort.

 

Besta árið hjá Ára varð í 2020, tá hann spældi 27 dystir fyri Sandnes ULF.

 

Sandnes ULF hevur í Rogalandi á vesturlandinum í Noregi altíð livað í skugganum av Viking Stavanger, ið tað stóra fótbóltsliðið í Rogalandi. Viking vann norsku steypakappingina so seint sum í 2019, og hetta kappingarárið vunnu teir bronsu í bestu fótbóltsdeildini.

 

Ári var í fleiri ár ungdómsspælari í Silkeborg IF, áðrenn hann í februar í 2016 aftur var í HB, har hann so var í tvey ár. Sambært faroesoccer.com hevur Ári Mohr Jónsson spælt 42 landskappingardystir í fremstu røð, fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið og tveir dystir í Europa League.

 

Hann hevur spælt 11 ferðir á landsliðnum. Avrikini í vinstru – bæði í verju og framrættaðum plássi – hava síðstu tíðina verið so sannførandi, at hann verður roknaður at vera millum teir, ið eru upplagt boð at vera millum teir fyrstu ellivu. Í 2021 var hann bara við í fýra dystum. Tað komst av, at skaðar og korona fleiri ferðir løgdu fótonglar fyri landsliðsluttøku.