Ari Mohr Jónsson sáttmála við Silkeborg

18 ára gamli Ari Mohr Jónsson hevur gjørt sáttmála við danska superliga felagið Silkeborg IF. Tað veit heimasíðan hjá Silkeborg at siga.

 

- Hetta er ein góður møguleiki hjá mær at fáa uppfylt dreymin um at gerast yrkisfótbóltsspælari. Higartil hevur tað verið hart arbeiði, so tað er deiligt at tað nú gevur úrslit, sigur Ari við heimasíðuna hjá Silkeborg.

 

Ari, sum hevur spælt á bæði føroyska U15 og U17 landsliðnum, hevur verið ein partur av hópinum hjá besta liðnum hjá Silkeborg í uppstartinum til landskappingina.

 

- Tað er sjálvandi ein stór avbjóðing, men eg havi eina hóming av hvat skal til. Eg haldi meg eisini verða til reiðar, sigur Ari.

 

Ari hevur gingið á Silkeborg Fodbold Collage, har hann hann verður liðugur í summar. Skúlin er mest kendur fyri at hava uppfostað Martin Laursen, sum umframt at spæla við Silkeborg eisini hevur umboað lið sum Parma, Milan, Aston Villa og spælt yvir hálvthundrað landsdystir fyri Danmark.

 

Ítróttarstjórin í felagnum, Peder Kundsen, hevur nógv gott at bera unga føroyinginum.

 

- Ari er ein ótrúliga spennandi bakkur. Hann er skjótur, er likamliga væl fyri og hevur stóra renni orku. Hann er ungur enn og skal arbeiða við fleiri tingum, men vit síggja stórar møguleikar fyri at hann kann menna seg, sigur Peder Kundsen við heimasíðuna.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst, er eisini at finna í hópinum hjá Silkeborg.

 

Mynd: (Ulla Myrhøj) Ari Mohr Jónsson(t.h) í venjing fyri Silkeborg.