Hóast tað ljóðaði at vera heilt álítandi at ÍF profilurin, Ari Ó. Ellingsgaard fór at skifta til HB, so er tað greitt í kvøld, at Ari Ó. Ellingsgaard heldur fram í barndómsfelagnum ÍF.
Les eisini: HB leigar ÍF profil
21 ára gamli Ari Ó. Ellingsgaard er skrásettur fyri 100 dystir í Effo-deildini, har hann higartil hevur umboðað ÍF og NSÍ.
Í farna kappingarárið skoraði Ari Ó. Ellingsgaard 4 mál í Effo-deildini fyri ÍF, umframt at hann legði upp til nøkur mál.