Ári givið avboð – ein granni er boðsendur

Manslandsliðið: Ári Mohr Jónsson hevur givið avboð. Í hansara stað er komin ein úr B36

Ári Mohr Jónsson hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Kekka og Albania, sum verða leygardagin og týskvøldið um eina viku. Í hansara stað er komin Magnus Egilsson úr B36.

 

Vinstri bakkurin úr HB segði í gjár við In.fo, at hann gjørdi eina roynd at vita, um hann kláraði at blíva klárur til landsdystirnar, eftir at hann mátti lata seg skifta út í grannauppgerðini móti Magnusi Egilsson og B36.

 

Í dag hevur hann so givið avboð og Magnus Egilsson er úttikin í staðin. Hetta er annað avboðið á manslandsliðnum hesaferð. Eisini Mads Boe Mikkelsen hevur givið avboð. Fyri hann er Hørður Askham boðsendur.

 

Manslandsliðið skal í næstum spæla tveir EM-undankappingardystir á heimavølli. Seinni í vikuni, leygardagin 17. juni klokkan 19:45 kemur Kekkia á vitjan, og týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Albania á Tórsvølli.