Ári Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vóru í dag á vitjan hjá Sogndal, ið var eitt satt føroyingafelag í norskum fótbólti um aldarskiftið.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Tað byrjaði væl hjá Sandnes ULF sum var á odda 2-0 longu tá 20 minuttir vóru farnir, men so byrjaði at ganga galið. Tá 25 minuttir vóru farnir mátti føroyski landsliðsspælarin, Ári Mohr Jónsson av vøllinum við skaða og minuttin aftaná minkaði Sogndal um munin til 1-2. Tá 82 minuttir vóru farnir javnaði Sogndal til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Rógvi Baldvinsson var á vøllinum allan dystin, og Meinhard E. Olsen fekk ein tíma á vøllinum tá Bryne á heimavølli fekk javnleik 1-1 móti Ham-Kam, ið Oddmar Færø leikti við fyrraárið.
Ham Kam legði seg á odda 1-0 seks minuttir aftaná Meinhard E. Olsen var skiftur út. Tá 73 minuttir vóru farnir javnaði Henning Rømslo fyri Bryne.
Komandi dystur hjá Bryne verður á útivølli móti Jerv 12. juni. Sama dag tekur Sandnes móti Raufoss.
Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í bestu deildina aftaná lokið kappingarárið. Liðini sum enda nummar trý til seks spæla kvalifikasjónsdystir um at sleppa upp í bestu deildina.
Støðan:
Nr | Lið | Dystir | Vunnir | Javnleikir | Taptir | Málmunur | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Fredrikstad | 3 | 3 | 0 | 0 | +3 | 9 | ||
2 | Aasane | 4 | 3 | 0 | 1 | +2 | 9 | ||
3 | Hamarkameratene | 4 | 2 | 2 | 0 | +5 | 8 | ||
4 | Bryne | 4 | 2 | 1 | 1 | +4 | 7 | ||
5 | Jerv | 3 | 2 | 1 | 0 | +3 | 7 | ||
6 | Grorud | 4 | 2 | 1 | 1 | +2 | 7 | ||
7 | Aalesund | 3 | 2 | 0 | 1 | 0 | 6 | ||
8 | Raufoss | 4 | 1 | 1 | 2 | -1 | 4 | ||
9 | Sandnes | 4 | 1 | 1 | 2 | -1 | 4 | ||
10 | Start | 2 | 1 | 0 | 1 | -1 | 3 | ||
11 | Ranheim | 2 | 1 | 0 | 1 | -2 | 3 | ||
12 | Stjørdals Blink | 4 | 1 | 0 | 3 | -4 | 3 | ||
13 | Sogndal | 4 | 0 | 2 | 2 | -2 | 2 | ||
14 | Ull/Kisa | 3 | 0 | 1 | 2 | -2 | 1 | ||
15 | KFUM | 3 | 0 | 1 | 2 | -3 | 1 | ||
16 | Strømmen | 3 | 0 | 1 | 2 | -3 | 1 |