Ari Behn er deyður

Fyrrverandi maður norsku Märtha Louise prinsessu er deyður fyri egnari hond.

Hann doyði fyri egnari hond í dag, sigur talsmaður fyri norska kongshúsið

Rithøvundurin Ari Behn, sum í 15 ár var giftur við norsku prinsessuni Märtha Louise er deyður 47 ára gamal.

Ari Behn doyði fyri egnari hond í dag, upplýsir talsmaður fyri familjuna fyri tíðindastovuni NTB.

– Tað er við stórari sorg í hjartanum, at vit, tey allarnærmastu, mugu boða frá, at hann í dag tók sítt egna lív.

Vit biða um respekt fyri privatlívi okkara komandi tíðina, sigur talsmaðurin Geir Håkonsund.

Ari Behn giftist norksu prinsessuni í 2002. Tey vórðu skild í 2017.

Tað hava tríggjar døtur saman: Maud Angelica, Leah Isadora og Emma Tallulah.

Noregs kongur Harald skrivar í eini fráboðan, at tað er við stórari sorg, at hann og Sonja drotning hava fingið boðini um deyða Ari Behns.

– Ari var ein týdningarmikil partur av familju okkara í mong ár, og vit hava heit og góð minni um hann, skrivar kongur.

– Vit syrgja yvir, at barnabørn okkara hava mist kæra pápa sín, og hava djúpa samkenslu við foreldrum og systkjum hansara, sum nú hava mist sín kæra son og bróðir.

Ati Behn gav út fyrstu skaldsøgu sína í 1999, »Fandes trist: Fortællinger« og gav síðani út tvær aðrar skaldstøður. Hann skrivar sjónvarpsdokumentarar og skrivaðir fyri fleiri bløð og tíðarrit.

Seinastu árini gekk væl hjá honum sum myndlistarmaður. Sambært Nettavisen seldi hann í 2018 málningar fyri 5,7 miliónir norskar krónur.

 

/ritzau/