- Argumentini eru ov tunn

- Vit hugsa ov stutt um samferðslu, sigur Páll á Reynatúgvu og nevnir Gomlurætt og havnina í Skopun sum dømi.

- Men vit eru til reiðar at taka lógvatak við landsstýrismanninum

POLITIKKUR





Páll á Reynatúgvu er framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í fíggjar- og búskaparmálum. Hann hevði ikki lisið kronikkina hjá landsstýrismanninum, men heldur, at skattalættin sambært honum vendir sosialt skeivt, og at hetta uppskotið longu er samtykt í Tinginum.

- Men vit eru til reiðar at taka lógvatak við landsstýrismanninum, sigur Páll á Reynatúgvu og sipar til, um Magni Laksáfoss ætlar at koma við broytingum.

- Býti um útjavningarskipan løgdu vit fram í vár, men tað bleiv felt, sigur tjóðveldismaðurin. Hann heldur, at gjógvin millum borgarar og millum økini er vaksin í hesum valskeiðnum, og at ein samdur Tjóðveldisflokkur er samdur um eina útjavning.

Hinvegin er flokkurin spjaddur í spurninginum um sjómannafráfrátt.



Hyggja frameftir


Burtursæð frá Annita á Fríðriksmørk, sum hevur sagt seg vilja víst fyrivarni, er allur Tjóðveldisflokkurin sambært Pálli á Reynatúgvu samdur um, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin skal byrjast.

- Hetta er ein langtíðaríløga. Hann kundi verið avdrigin yvir longri tíð, og hetta er ein íløga fyri eitt ella kanska tvey øki, sum eru hótt, sigur Páll á Reynatúgvu, og sipar til Sandoynna og Suðuroynna.

Hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin er sinnaður at hjálpa landsstýrinum at halda aftur.

- Vit hava gjørt okkara egnu uppskot til fíggjarlóg við minni útreiðslum enn teimum hjá samgonguni.

Eins og Anfinn Kallsberg vísir tjóðveldistingmaurin á, at ov lítið verður hugt eftir rakstarútreiðslunum í fíggjarlógini.

- Øll viðurskifti eru relevant á eini fíggjarlóg.

- Men tær 60 milliónirnar, sum Sandoyartunnilin skal kosta um árið, er ikki avgerandi fyri tær 4 milliardirnar, sigur Páll á Reynatúgvu um ta føroysku fíggjarlógina.


Hann viðgongur, at Sandoyartunnilin stendur hansara hjarta nær, men heldur seg tó kunna eftirlýsa, hvat vit koma at gjalda til samferðslu.

- Hvat kostar suðurleiðin til Sandoynna og Suðuroynna komandi 50 árini?

- Vit hugsa ov stutt um samferðslu, sigur Páll á reynatúgvu og nevnir Gomlurætt og havnina í Skopun sum dømi.

- Vit hava ikki ráð til at siga, at Sandoyggin og Suðuroyggin skulu duffa víðari, tí klára tær ikki.

Páll á reynatúgvu sigur, at hann áður hevur kallað Skopunarfjørð ein berlinmúr, og vísir á, at Magni Laksáfoss sjálvur sum búskaparfrøðingur hevur sagt, at Sandoy og Suðuroy hava somu eyðkenni sum útoyggjar.

Hann heldur, at ein tunnil hevði bøtt um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikarnar hjá serliga kvinnunum í Sandoynni og um ferðamøguleikarnar hjá brekaðum.


- Men tað er rætt, at landsstýrismaðurin setur uppskot fram, førir politikk og sigur hvørji støðu, vit eru í.

- Men argumentini eru ov tunn, sigur Páll á Reynatúgvu.