27. juli í fjør – dagin fyri ólavsøkuaftan – var EB/Streymur gestur á Argjum. Tá var heimaliðið á odda, inntil í 97. minutti, og so javnaði EB/Streymur. Tað var stórt ólavsøkuvónbrot fyri teir á Argjum.
Í kvøld var AB frammanfyri, tá ið klokkan var farin av 90 minuttum.
Fimm minuttir undan steðginum legði Janus Svabo Samuelsen heimaliðið framum 1-0 við fínum skoti, eftir at hann hevði sneitt seg leysan í brotsteiginum.
Fyrstu løtuna var EB/Streymur sera ágangandi, og Arnbjørn Hansen hevði bóltin á stólpanum, og tað vóru fleiri aðrar spentar støður í heimabrotsteiginum. Men AB reið stormin av, og sum hálvleikurin leið, fingu heimamenninir betri tak á spælinum, og so eydnaðist tað at skora til 1-0.
Sum tað leið fram ímóti dystarenda, bendi alt meiri á, at tað skuldi eydnast AB at vinna ársins fyrsta sigur, men so gekk tað, sum tað gjørdi á ólavsøku í fjør. Fríspark varð lagt í AB brotsteigin, og har eydnaðist tað Niklas T. Kruse at seta bóltin í málið, og so var 1-1. Sum á ólavsøku fyri einum ári síðani.
AB – EB/Streymur 1-1 (1-0)
1-0: Janus Svabo Samuelsen 39.
1-1: Niklas T. Kruse 91.
Dómari: Aron Sofus Vest
AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum, Sørin N. Samuelsen, Bjarni Skála – Jesper Van Der Heyden, Jákup Pauli Breckmann, Bartal S. Petersen (Tóki á Lofti, 75.), Asbjørn Heðinsson – Janus Svabo Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen (Adeshina Lawal, 53.), Bjarki C. Nielsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ragnar Danielsen – Fannhard Skoradal, Gestur Bogason Dam – Niklas T. Kruse, Teitur H. Johannesen, Teitur D. Olsen – Arnbjørn T. Hansen