Nú hevur ungdómshúsið á Argjahamri, Argjaskotið, verið opið í lítlan mánaða, og ungdómurin hevur latið sera væl at, sigur Tórshavnar kommuna. Opið hevur verið trý kvøld um vikuna, og hvørt kvøld hevur verið fult hús. Okkurt kvøld hava verið um 80 ung inni.
Áðrenn upplatingartíð hava fleiri staðið ótolin uttanfyri og bíðað eftir at sleppa inn. Tá klokkan so er sligin, ávikavist 18 (mikukvøld) og 19 (fríggja- og leygarkvøld), eru tey runnin inn at seta seg við teldurnar at spæla.
Hvørt mikukvøld hevur verið nýbakað kaka og skipað hevur verið fyri quiz, meðan fríggjakvøld hevur verið Gekkakvøld við einum góðum døgurða afturvið. Tey kvøldini VM hevur verið, eru sjálvsagt eisini vístir dystir á stórskýggja.
Annars er ein ørgrynna av borðspølum og møguleiki er at nýta tónleikahølið, dramahølið og Látrið, og at sita og hugna sær og práta. Eisini er kioskin væl vitjað, har til ber at fáa sær ein kaffimunn og keypa sodavatn, blandað bomm og sjokolátu.
- Opið er til kl 20 mikukvøld og 22 fríggja- og leygarkvøld fyri 6. floksnæmingum, og tá tann tíðin er komin, hava tey ikki verið blíð og hava biddað og plágað um at sleppa at verða longri. So í sambandi við, at fólkaskúlarnir hava summarfrí, eru tey sloppin at vera ein tíma longri, og tað hava tey verið sera glað fyri, skrivar Tórshavnar kommuna á Facebook-vanga sínum.
Fríggjakvøldið 29/6 var seinasta upplatingarkvøldið, áðrenn Argjaskotið fór í summarfrí. Grillin varð tendrað og burgarar grillaðir, meðan tónleikur stroymaði í hátalarunum, tey spældu Gekk og hugnaðu sær saman.
Argjaskotið letur upp aftur í august.









