Argjaskótar stovnað bjargingarfelag

Sjey ungir mans á Argjum, hava stovnað eitt bjargingarfelag, sum hevur fingið navnið BjArgir. Felagið er farið til verka og hóast menninir eru sera ungir, so halda teir kortini, at teir kunnu rætta eina hjálpandi hond tá á stendur. Fyri at vera til reiðar, hava teir allir tikið fult fyrstuyhjálparskeið hjá Reyða Krossi

Fyri umleið trimum mánaðum síðani stovnaðu sjey knassar á Argjum sítt egna bjargingarfelag. BjArgir eitur felagið, og gløggi lesarin hevur longu sæð orðaspælið hjá hesum unglingunum.

Tí talan man vera um tað bjargingarfelagið í landinum, sum hevur lægsta miðalaldurin. Yngsti maðurin er 16 og tann elsti verður 21 ár um ikki so langa tíð.

Men dirvinum bagir einki og sjálvir halda teir ikki, at teir eru ov ungir til bjargingararbeiði.


Væl útbúnir

Ungu monnunum er hjálpararbeiði ikki fremmant. Teir hava allir verði skótar og av tí, at teir nú eru ov gamlir til tað, vildu teir fegnir í holt við okkurt annað.

Bárður Højgaard, talsmaður hjá nýggja bjargingarliðnum sigur, at nógv av tí teir teir hava tikist við hjá skótunum minnir um bjargingararbeiði og tí eru teir rættuliga væl fyri.

? Vit hava m. a. sigi nógv hjá skótunum og so hava vit sjálvandi eisini góðan kunnleika til fyrstuhjálp frá skótunum.

Men er tað nóg mikið. Er tað ikki eitt sindur næsadjarvt av so ungum monnum, at bjóða seg fram til bjargingararbeiði?

? Tað halda vit ikki, tí vit hava, allir sjey, tikið fyrstuhjálparskeiðið hjá Reyða Krossi. Grundskeið, víðkað skeið og sálarliga fyrstuhjálp. Tí eru vit rættuliga væl fyri í so máta. Aldurin hevur ikki so nógv at siga. Hinvegin kundi ein sagt, at tað er gott at fáa ung fólk upp í bjargingararbeiði, ístaðin fyri at lata tey eldru taka sær av tí. Tí tað eru fyrimunir við at hava yngri fólk við. Tey eru t. d. lættari á beinunum og tað kann vera ein fyrimunur, tá leitað verður í haganum, sigur Bárður Højgaard.


Útgerð fáast til vegað

Tað er ikki bara sum at siga tað, at byrja nýtt bjargingarfelag. Nógv skal fáast til vega av útgerð og klæðum, og tað er ikki kostnaðarleyst. Minni enn so.

Tað eru ungu menninir greiðir yvir, og tí hava teir eisini sett sær sum mál, at byrja í smáum at útvega.

BjArgir skal ikki setast í skuld fyri at fáa útgerðina og tí ætla bjargingarmenninir at savna pening til útgerðina.

? Vit skulu í fyrsta umfari hava klæðir, ryggsekkir, fyrstuhjálparútgerð og børu og til tað skulu vit hava fatur á umleið 30 túsund krónur.

Hvussu kemur hesin peningur til høldar?

? Vit ætla okkum at gera ein sponsoreraðan »hike« av Selatrað til Syðradals, tann longsta vegin. Talan er um ein tein, sum er 120 kilometur, og fáa vit t. d. fólk at gjalda eina krónu fyri kilometurin, so eru 120 krónur í kassanum frá hvørjum. Upphæddin í sær sjálvum er tá ikki so stór, men hon munar væl í kassanum hjá okkum, sigur Bárður.

Hann er greiður yvir, at tað neyvan fer at eydnast teimum at fáa allar 30 túsund krónurnar í einum tiltaki, og tí hava teir eisini hugsað um møguleikan at søkja um stuðul.


Gott tiltak

Hóast tað er eitt bjargingarfelag í Havn og eisini er vælútgjørd brandstøð, so hevur bjargingarfelagið hinumegin Sandá verið BjArgir ein góður stuðul, sigur Bárður.

? Vit hava fingið góðan moralskan stuðul frá teimum í fyrireikingunum og tað hevur givið okkum dirvið til at halda á, sigur hann.

Jógvan Jensen, sum starvast hjá tilbúgvingarverkætlanini sigur, at tað sjálvandi er at frøast um, at ungfólk vilja sleppa upp í bjargingararbeiði.

Hann vísir á, at tað er tað sjálvbodna arbeiðið, sum er beinagrindin í øllum bjargingararbeiði, og tí er tað serliga gleðiligt, at fleiri leggjast til.

? Teir hava tosað við okkum og vit hava roynt at ráðgivið teimum eftir førimuni, sigur Jógvan Jensen.

Spurdur um miðalaldurin í nýggja bjargingarfelagnum ikki er í so lágur, sigur hann, at aldurin ikki nýtist verða nøkur forðing.

? Eingin sigur, at teir skulu verða í meldrinum frá byrjan, men tá teir eru við, læra teir samstundis eisini hvussu tað arbeiði fer fram. Vit hava greitt teimum frá nøkrum praktiskum tingum viðvíkjandi tilbúgving og tað er ætlað sum ein hjálp so teir koma í gongd. Sum sagt, so er tað gott við sjálvbodnari arbeiðsmegi, sum er beinagrindin í bjargingararbeiði yvirhøvur, sigur Jógvan Jensen.

Nýggja bjargingarfelagið heldur til í kirkjuni á Argjum, har skótarnir eisini halda til, og har venja teir eisini, tað sum til ber at venja innandura.

Teir hittast í kirkju- og missiónshúsinum á Argjum hvørt týskvøld klokkan 19.30.