Argjamenn á Varmakeldustevnu

Fuglfirðingar hava staðið seg heilt væl í kappingini í ár. Teir hava spælt seg í steypafinaluna og liggja triðfremst í Vodafonedeildini.

 

Hinvegin hevur gingið illa hjá AB, sum liggur aftast í deildini.

 

Men AB megnaði sum tað fyrsta liðið í langa tíð at fáa stig frá NSÍ í seinasta dystinum, meðan ÍF tapti stórt fyri B36.

 

ÍF og AB spæla í Fuglafirði í dag kl. 17.00