Ta_ var eitt sindur av órógv í á Sundalagsstevnuni. Ta fer_ina lá Argjabáturin tvørur í startinum. Kortini eydna_ist ta_ honum at vinna øll stigini, hóast Kvívíkingurin royndi at gera sítt.
Í Vági var_ kappast á eitt túsund metrum. Harvi_ var_ lagt upp til, at bátarnir, sum á fyrstu túsund metrunum á fyrru stevnunum hava roynt at arga_ argjamenn eitt sindur, skuldu fáa høvdi_ fyri seg, og ta_ resta_i ikki so nógv í, at ta_ eydna_ist hjá teimum. Men á málinum var Argjabáturin enn eina fer_ fremstur. Hann hevur fult stigatal, og ta_ er einki, sum bendir á, at nakar skal hótta hann í FM kappingini. Um nakar fer at hótta hann í onkrari av teimum trimum kappingunum, sum framvegis eru eftir í hesum ró_rarárinum, fer bara tí_in av vísa.
Kvívíkingur og Nevi_ Rey_a hava kappast um plaseringarnar aftanfyri Argjabátin. Hesa fer_ fingu hesir bá_ir bátarnir betri start, enn Argjabáturin fekk. Men eftir startspurtin var Argjabáturin komin upp undir li_ina á klaksvíkingum og kvívíkingum, og solei_is gekk ta_ eina gó_a løtu.
Undanfarnu fer_irnar hevur ta_ víst seg, at tá i_ máli_ hevur veri_ gott og væl hálv rógvi_, so hevur Argjabáturin toga_ seg framum hinar, og so hevur hann st_rt ró_rinum. Solei_is var ta_ ikki hesa fer_. Nevi_ Rey_a tóktist hava gó_an hug at gera ta_ gott aftur, at teir á Sundalagsstevnuni ikki megna_u meiri enn fjór_a plássi_. Nakrar fer_ir stakk Nevi_ Rey_a seg framum hinar, men ta_ tóktist ikki sum um, at klaksvíkingarnir skuldu fáa høvi at sleppa avsta_.
Dygst frammanundan endaspurtinum lætti Argjabáturin sær á, og so tóktist sum um, at ta_ skuldi ganga, sum ta_ hev_i gjørt undanfarnu fer_irnar. Men klaksvíkingar og eisini kvívíkingar vóru treiskir. Teir hildu tørn. Onkra løtuna vóru teir fremstir, so stó_ høgg um høgg, so vóru argjamenn fremstir, og so svara_u klaksvíkingar aftur.
Á sí_stu metrunum megna_i Argjabáturin kortini fyri fjór_u fer_ av f_ra at vinna seg so miki_ framum, at eingin ivi var um, at hann var fremstur og harvi_ vinnari av teimum sjey FM stigunum. Men munurin var lítil aftur til Nevi_ Rey_a, sum bara var ein skut aftanfyri, og til Kvívíking, sum bara var ein uppaftur minni skut aftanfyri Nevi_ Rey_a.