Upprunaliga skuldu KÍ og AB spæla landskappingardyst í Klaksvík í morgin. So varð dysturin fluttur til mánakvøldið, og so varð hann fluttur aftur til sunnudagin.
Nú er greitt, at AB skal ikki til Klaksvíkar í morgin. In.fo skilur, at tað er eftir ynski frá KÍ venjaranum, at dysturin er útsettur. Hann er nú ásettur at vera mikudagin 4. november.
Sunnudagin 1. november skal spæla á útivølli ímóti NSÍ, mikukvøldið 4. november skal KÍ spæla á heimavølli ímóti AB, og leygardagin 7. november verður síðsti dysturin í hesum kappingarárinum, tá ið KÍ fær vitjan av HB. Inntil fyri einari viku síðani sá tað út til, at hetta fór at verða finala um FM heitið. Eftir at tað endaði málleyst millum TB og KÍ í Trongisvági, og HB mikukvøldið vann 5-1 á útivøllil ímóti EB/Streymi er tað í løtuni sannlíkt, at HB verður FM vinnari, áðrenn FM favorittarnir fara úr høvuðsstaðnum og norður til Klaksvíkar eftir gullkrónum og FM steypinum.
Nú er fokus í Klaksvík fult og heilt á størstu avbjóðingini hjá nøkrum føroyskum felag í altjóða fótbólti nakrantíð.
KÍ ferðalagið fer úr Vágum týsmorgunin við kós móti írska høvuðsstaðnum Dublin. Dysturin ímóti Dundalk FC um at verða partur av bólkaspælinum í Europa League og harvið í heyst og í vár at spæla seks dystir – tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli – verður hósdagin fyrsta oktober klokkan 19.30 á írska tjóðarleikvøllinum Aviva Stadium í Dublin.
Tað liðið, sum vinnur henda dystin í Dublin, fer at vinna seg víðari í bólkaspælið í Europa League, og tað liðið vinnur umleið 22 milliónir, og so verður møguleiki at vinna uppaftur fleiri pengar í gjøldum fyri sjónvarpsrættindi og lýsingar og áskoðarainntøkur, tá ið tað aftur fer at verða loyvt at fara at hyggja eftir fótbólti.
Heima á landi verður tað spælt soleiðis í landskappingini
Í morgin:
NSÍ – Skála : Petur Reinert kl. 15.00
ÍF – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 16.00
TB - Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
Mánadagin 28. september
B36 - HB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00