Argjamenn trúgva upp á tað

Klaksvíkingar kenna stórt sjálvsálit eftir trivaliga heimasigurin fyri viku síðani

Eftir laka úrtøku í fleiri umførum var tað kærkomið hjá klaksvíkingum, at tað sunnudagin við trivaligum 4-0 heimasigri á EB/Streymi eydnaðist at venda málmuninum, so hann nú er positivur.

-Hóast úrslitini hjá teimum ikki hava verið so góð, so hava hugburðurin og spælið verið á góðari leið. Tí rokna vit við torførari avbjóðing, men vit hava eisini mót um, at tað skal eydnast okkum at vinna. Tað er sera týdningarmikið, at vit nú megna at vinna fleiri ferðir á rað, sigur KÍ miðvallarin Atli Danielsen.

Hjá KÍ er ivi um Heðin á Lakjuni verður førur fyri at spæla. Henry Heinesen spældi 90 minuttir í 1. deild í gjár. Nýggjur í hópinum er 17 ára gamli álopsspælarin Jóannes Danielsen.

 

AB málverjin Heðin Stenberg hevur gott mót undan ferðini til Klaksvíkar:

-Mikukvøldið megnaðu vit í vanligari leiktíð og í longdari leiktíð javnleik á útivølli ímóti toppliðnum. Hvørki í hesum dystinum ella leygardagin í síðstu viku, tá ið vit taptu 2-1 í Runavík, høvdu vit marginalirnar við okkum. Nú vóna vit, at fyrsti sigurin í landskappingini ikki er so langt burtur, og vit ætla okkum at vinna hann í Klaksvík, sigur AB málverjin, sum mikukvøldið var annar av AB málskjúttunum í Runavík.

Stóri trupullleikin hjá AB hevur higartil verið at skjóta mál. Støðutalvan sigur, at AB í sjey teimum fyrstu umførunum bara hevur skorað seks mál. Tað er færri enn øll hini liðini.

AB saknar framvegis fleiri spælarar: Rógvi Poulsen er burturstaddur, og Teitur Jóannesarson, Jobin Drangastein, Gert Drangastein og Kári Nielsen eru allir skaddur. Beinir Ellefsen er við aftur eftir leikbann.