Umstøðurnar batna alsamt hjá teimum fótbóltshugaðu úti á Argjum. Fyri stuttum kom nýtt skýlið út á Argjum, sum hevur bøtt nógv um umstøðurnar framvið fótbóltsvøllinum á Argjum.
Nú er stundin komin at skifta vøllin úti í Vika á Argjum. Av júst somu orsøk hevur AB brúk fyri øllum góðum fólki at hjálpa felagnum at taka eina hond í.
Argja Bóltfelag boðar frá, at øll eru hjartaliga vælkomin at møta á AB vøllinum í dag klokkan 16 at taka gamla undirlagið av.
Fólk, ið møta úti í Vika í dag eiga at hava ein stóran knív og kúbein við, og gjarna handskar eisini.
AB vónar, at argjafólk ikki halda seg aftur við at koma og hjálpa til at fáa gamla undirlagið av. Felagið metir, at tað verður tørvur á eini 60 fólkum til arbeiðið, sum skal gerast í dag klokkan 16.