Argjamenn svaraði aftur við fullari styrki

Í dag lótu teir ongan iva verða um sigurin

Tað var Drekin Reyði av Argjum, sum vann róðurin fyri 10 mannaførini á Fjarðastevnu í dag.

 

Og tað gjørdi hann sannførandi.

 

Annars hevur verið øgiliga spennandi ímillum Drekan Reyða og Klaksvíking og á seinastu stevnu, vann Klaksvíkingur í teimum seinastu tøkunum.

 

Men tað vildu argjamenn eftir øllum at døma ikki hava sitandi á sær.

 

Tað vóru teir tríggir, Klaksvíkingur, Drekin Reyði og Havnarbáturi, sum fingu tann frægasta startin í dag og fylgdust teir fyrstu metrarnar. So stakk Klaksvíkingur seg framum, men Drekin Reyði læt seg ikki kúgað og hann tók seg framá Klaksvíking aftur. Og tað gekk ikki leingi, so fekk hann munin á Klaksvíkingi, og har lá hann allan vegin.

 

Hinvegin dragnaðu Havnarbáturin, Ormurin Langi og Nólsoyingur, og komu ikki fyri seg aftur.

 

Og hóast Klaksvíkingur royndi at seta ein spurt ígongd, svaraði Drekin aftur og helt Klaksvíking væl og virðliga aftanfyri seg og vann sannførandi.

 

Úrslitið var:

1.Drekin Reyði, 04.24. 08

2. Klaksvíkingur, 04.25.21

3. Havnarbáturin, 04.29.14

4. Ormurin Langi

5 Nólsoyingur