Argjamenn spiltu seg burtur

1. DEILD: Illa sperda B36 vann eitt stig, sum kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi

Bryan Slyne javnaði til 1-1

B36 er í vanda at flyta niður, og AB stríðist fyri at vinna uppflyting.

 

Í gjár var AB í Gundadali, og argjamenn iðraðu seg, at teir bara høvdu eitt stig við sær út aftur um ánna.

 

Úrslitið var 1-1, eftir at AB í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Málið skoraði Ardit Murati, tá ið eitt lítið korter var farið. AB hevði í fyrra hálvleiki greiða yvirvág, bólturin var einaferð aftrat í B36 netinum, men tá kolldømdi dómarin fyri rangstøðu, og so vildu argjamenn vera við, at heimamenninir einaferð bjargaðu við hondini á málstrikuni. Men tað hoyrdist einki bríksl.

 

Eftir steðgin var tað ikki so stórur munur á, og tá ið tað restaði eitt stórt korter, var tað innskifti Brian Slyne, sum javnaði. Hann var fyrstur á returbólti, eftir at Villiam Klein royndi seg við langskoti og málverjin hálvbjargaði.

 

Í síðstu sekundunum hevði AB risastóran møguleika at skora sigursmálið, men tað eydnaðist B36 verjuni í síðstu løtu at fáa púra leysa álopsspælaran aftur.

 

B36 liðið var mest sum tað sama, sum fyri fýra vikum síðani vann U-21 steypafinaluna. B36 hevur saman við KÍ 30 stig. Tað eru fýra stig aftur til FC Suðuroy og fimm stig aftur til EB/Streym, sum í dag fer at spæla í Gundadali ímóti HB.

 

Fyril AB var úrslitið stórt vónbrot. Argjamenn arbeiða fyri at endurvinna plássið í bestu deildini, sum AB misti fyri einum ári síðani. Tað ber framvegis til hjá argjamonnum sjálvum at syrgja fyri uppflytingini, men nú sansar meiri at. AB hevur saman við Víkingi og B71 40 stig, og NSÍ hevur 37 stig.

 

26. umfar: AB – FC Suðuroy, NSÍ – Víkingur, Skála – B71, B36 – HB og EB/Streymur - KÍ .

 

27. umfar: B71 – AB, FC Suðuroy – Skála, Víkingur – EB/Streymur, NSÍ – B36 ogKÍ – HB.

 

Bryan Slyne javnaði til 1-1