Argjamenn í serflokki

8-MANNAFØR: Fyri sættu ferð av seks var tað aftur í dag Argjabáturin, sum vann kappingina millum 8-mannaførini. Aftur hesa ferð hevði Ørvur hug at bjóða av fyrra partin av róðrarteininum, og aftur hesa ferð stakk Argjabáturin seg fram um Ørv og allar hinar, tá ið teinurin var hálvrógvin ella so. Og aftur hesa ferð var Argjaáturin meiri enn eina bátslongd fremstur, tá ið hann fór um malið.

Tá ið Ørvur dragnaði frá Argjabátinum høvdu bæði Nevið Reyða og Miðvingur hug at bjóða av í kappingini um næstfremsta plássið, men á málinum var Ørvur skutin frammanfyri teir báðar næstu, sum vóru rættuliga javnir, meðan Kvívíkingur enn eina ferð tók sær av fimta plássinum.

Argjabáturin er ikki FM vinnari, men tað er bara á pappírinum, at tað kann kiksa. Og tað var heldur ikki í dag nakað, sum bendir á, at Argjabáturin á Ólavsøku ikki skal vinna FM við fullum stigatali.

 

 

1 Argjabáturin 07:31.04

2 Ørvur 07:34.13

3 Nevið Reyða 07:35.11

4 Miðvingur 07:35.22

5 Kvívíkingur 07:40.12

 

Støðan

1 Argjabáturin 42

2 Ørvur 36

3 Nevið Reyða 29

4 Miðvingur 24

5 Kvívíkingur 19