Argjamenn púra einsamallir

Á Norðoyastevnu róðu 8-mannaførini hvørt fyri seg. Soleiðis var tað eisini á Skála í dag.

Árnfirðingur legði bragdliga fyri, men tað var heilt skjótt, at Argjabáturin var leysur, og síðani var tað bara ein spurningur um, hvussu trivaligur sigurin skuldi verða.

Argjabáturin var nógvar bátslongdir fyrstur á mál, og Árnfirðingur vann silvurmerkini í kapping við Ørv og Knørr.

 

8 mannafør

1 Argjabáturin 07:15.02

2 Árnfirðingur 07:34.04

3 Ørvur 07:46.16

4 Knørrur 08:02.10

 

Støðan í FM

1 Argjabáturin 14

2 Ørvur 11

3 Knørrur 9

4 Árnfirðingur 6