Argjamenn nærkast oddinum

TB vann oddadystin móti Royn leygardagin, og harðastu kappingarneytarnir hjá TB í løtuni eru argjamenn, sum vunnu í Sumba

Mest áhugaverdi dysturin í 2. deild hetta vikuskifti var uttan iva oddadysturin millum grannarnar úr TB og Royn, sum var leiktur á Sevmýri leygardagin.

Hallur gjørdi bart
Tað vóru gestirnir úr Hvalba, sum byrjaðu dystin betur, og dysturin var ikki meiri enn 11 minuttir gamal, tá ið Rúni Thomsen legði Royn á odda 1-0. TB royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og tíggju minuttir eftir leiðslumálið hjá Royn, fekk heimaliðið brotsspark. Tað setti Einar Petersen í netið, og so var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var eingin ivi um, hvat var betra liðið, tí tvørámenn vóru greitt við yvirlutan, og serliga ein leikari skaraði framúr. Framherjin Hallur Christiansen var veruliga í essinum leygardagin, og hann gjørdi ikki mætari enn at skora øll fýra málini, sum TB fekk í seinna hálvleiki. Harvið vann TB dystin ruddiliga 5-1, og hevur tískil styrkt um oddasessin hjá sær.

AB liggur framvið
Á Krossinum í Sumba var dystur millum sumbingar og AB. Hendan dystin vunnu argjamenn 3-1, men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at sigurin bleiv staðfestur. Í fyrra hálvleiki vóru argjamenn klárt við yvirlutan, og tað kundi lættliga komið fleiri enn tey bæði málini, sum AB fekk fyri steðgin. Fyrst var tað Pætur Dam Jacobsen, ið legði gestirnar á odda 1-0, og eina løtu seinni økti Rúni Hvannastein, ið er komin úr B36, til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki komu sumbingar fyri seg, og ungi Martin Poulsen minkaði um munin til 1-2, og heimaliðið trýsti óført fyri at javna. Ístaðin var tað AB, sum í síðsta minutti sló kontra, eftir at Sumba hevði sent alt fólkið fram í brotsteigin hjá argjamonnum, og Símin Hansen skoraði fyri AB til endaliga úrslitið 3-1 til argjamenn.

Spennandi dystur í Klaksvík
Ein tann mest spennandi dysturin var i Klaksvík, har KÍ hevði vitjan av B71. Klaksvíkingar fingu bestu byrjanina upp á dystin, og Alexander Djordjevic skoraði tvær, og so var heimaliðið á odda 2-0. Seinni noyddist Djordjevic av vøllinum við slitnari hælsinu, og hann verður neyvan at síggja aftur á vøllinum í ár. Jónsvein Thomsen minkaði um munin til 2-1, áðrenn unglingaleikarin Steffan Kalsø økti um KÍ-leiðsluna til 3-1. Sandingar góvu tó ikki skarvin yvir, og fyrst minkaði Clayton Soares til 3-2, áðrenn Jónsvein Thomsen aftur var upp á spæl og javnaði til 3-3. Tað vóru tó klaksvíkingar, sum høvdu síðsta orðið, og stutt fyri leiklok skoraði Gunnleif Biskopstø sigursmálið til 4-3 til KÍ.

Tannleyst í Gundadali
Tað sást á øllum brøgdum, at tað vóru tvey av teimum veikaru liðunum í deildini, sum hittust í Gundadali leygardagin, tá ið B36 og VB dystaðust. Dysturin var ógvuliga vánaligur, og málmøguleikarnir fáir í tali. Sera lítið skipað spæl var í dystinum, og bæði liðini høvdu rættuliga nógvar ungar leikarar á liðnum. B36 fekk tó ein fyrimun um miðjan seinna hálvleik, tí tá bleiv málverjin hjá VB rikin av vølli. Havnarmenninir megnaðu tó ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna, hóast teir høvdu onkran opnan málmøguleika móti endanum av dystinum.

Einvegis ferðsla í Vágum
FS Vágar ætlar sær ikki einki. Leygardagin vóru leirvíkingar á vitjan í Vágum, og teir blivu sendir norður aftur við einum lemjandi 2-7 ósigri. Liðskiparin hjá FS Vágum, Birgir Joensen, opnaði málveitsluna, tá ið hann legði FS Vágar á odda 1-0, men LÍF fekk tó javnaði við einum máli, sum Magni Høgnesen skeyt. Eftir hetta var tað tó fyri tað mesta talan um einvegis ferðslu, og Birgir Joensen var á blettinum einaferð afturat, Sonny Johansen skoraði tvær ferðir, og teir báðir Eyðfinn Fjalsbak og Jack Johansen fingu hvør sítt mál, áðrenn Andrias L. Olsen móti endanum av dystinum fekk pyntað um úrslitið fyri LÍF til endaliga úrslitið 7-2 til FS Vágar. Ein sigur, sum veruliga gevur vágamonnum blóð upp á tonna.

TB-Royn 5-1
0-1 Rúni Thomsen
1-1 Einar Petersen brts.
2-1 Hallur Christiansen
3-1 Hallur Christiansen
4-1 Hallur Christiansen
5-1 Hallur Christiansen

B36-VB 0-0

KÍ-B71 4-3
1-0 Alexander Djordjevic
2-0 Alexander Djordjevic
2-1 Jónsvein Thomsen
3-1 Steffan Kalsø
3-2 Clayton Soares
3-3 Jónsvein Thomsen
4-3 Gunnleif Biskopstø

Sumba-AB 1-3
0-1 Pætur Dam Jacobsen
0-2 Rúni Hvannastein
1-2 Martin Poulsen
1-3 Símin Hansen

FS Vágar-LÍF 7-2
1-0 Birgir Joensen
1-1 Magni Høgnesen
2-1 Sonny Johansen
3-1 Birgir Joensen
4-1 Sonny Johansen
5-1 Eyðfinn Fjalsbak
6-1 Wellington Soares
7-1 Jack Johansen
7-2 Andrias L. Olsen