Argjamenn ímóti argjamonnum

Eingin kapping er um FM, og nú bjóða argjamenn umborð á Árnfirðingi Argjabátinum av

Kappróður

 

Tølini siga, at tað er eingin kapping um FM. Argjabáturin hevur ikki vunnið FM síðani 2004, men í ár verður tað. Eingin ivi er um tað. Argjabáturin rør væl, og eingin annar bátur tykist hava førleika at bjóða Argjabátinum av.

Á Skála var Árnfirðingur, sum ikki luttók á norðoyastevnu, næstfremstur. Munurin frá Argjabátinum og aftur til Árnfirðing var minni, enn hann á norðoyastevnu var frá Argjabátinum og aftur til Ørv. Í báðum førum var munurin so stórur, at talan als ikki var um kapping.

Árnfirðingur er sjálvandi úr Árnafirði. Men Árnfirðingur sæst venja á Havnarvág. Tað eru fyri tað mesta limir í Argja Róðrarfelag, sum manna bátin. Nógvir av teimum vóru umborð á 6-mannafarinum Lómi á norðoyastevnu.