8-mannafør: Tað var einki at rafla um á Varmakeldu í Fuglafirði. Argjabáturin vann sera sannførandi sigur, og í endaspurtinum vundu argjamenn rættuliga burturúr Ørvi.
Fyrsta triðingin av teininum var tað einki, sum bendi á, at úrslitið skuldi verða ein so sannførandi sigur til Argjabátin. Ørvur fór sum ein pílur frá startmálinum, og Ørvur fleyg eina bátslongd framum hinar bátarnar.
Nevið Reyða var fyrsta teinin næstfremst, men so legði Argjabáturin til brots, og stútt og støðugt rann Argjabáturin frá Nevinum Reyða, samstundis sum Argjabáturin át seg inn á Ørv og at enda vant burtur úr honum.
Miðvingur tóktist leingi at vera púra fyri ongum, men í endaspurtinum var tað um reppið, at hann tók Nevið Reyða, sum við bronsuplássinum tryggjaði sær plássið, ið klaksvíkingar mistu á Jóansøku.
Sigurin ber við sær, at tað er sera ilt við at ímynda sær annan FM vinnara enn Argjabátin.
1 Argjabáturin 07:05.18
2 Ørvur 07:09.17
3 Nevið Reyða 07:17.06
4 Miðvingur 07:17.11
5 Kvívíkingur 07:19.03
Støðan
1 Argjabáturin 28
2 Ørvur 24
3 Nevið Reyða 19
4 Miðvingur 16
5 Kvívíkingur 13