Argjamenn kneykaðu miðvingum

Aftur í varmakelduróðrinum í góðveðrinum í Fuglafirði í kvøld var tað Argjabáturin, sum vann kappróðurin millum 8-mannaførini. Men hesa ferð var tað ikki so ógvusligur munur millum Miðvingin og fram til Argjabátin, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, og róðurin var væl meiri áhugaverdur, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.

 

Miðvingur fór beinanvegin afturum, og munurin varð skjótt meiri enn ein bátslongd. Men Miðvingur bjóðaði fleiri ferðir av, og munurin minkaði niður í eitt sindur minni enn eina bátslongd. Talan varð tó ongantíð um rættuligan spenning, og tá ið bátarnir fóru um málið í dýrdarveðrinum, var Argjabáturin eina bátslongd undan Miðvinginum.

 

Tað eru trý stig millum Argjabátinum og Miðvingin. Tá ið tað bara eru tveir róðrar eftir at kappast í, so ber tað ikki til, at Argjabáturin ikki vinnur FM, um hann verður við á vestanstevnu og ólavsøku.

 

1 Argjabáturin 09:35.01

2 Miðvingur 09:38.01

 

Støðan

1 Argjabáturin 34

2 Miðvingur 31

3 Gullbrandur 10