Argjamenn fyrireika seg til eitt ár í næstbestu deildini. Ungir og lokalir spælarar sum Dánjal Danielsen og Gunnar Reynslág hava longt sáttmálan, og 34 ára gamla AB-legendan, Heðin Stenberg, verður aftur í málinum.
Nú er eisini greitt, at Rógvi Skála og Beinir Ellefsen eisini halda fram í felagnum. Teir eru báðir argjamenn og uppvaksnir í AB. Rógvi Skála er beiggi Bjarna og Ragnar Skála, sum báðir eisini spæla við.
- Rógvi Skála er ein knáur miðvallari, ið altíð hevur spælt við AB. Hann hevur verið í bestaliðshópinum í nøkur ár, og í ár vóru vánir fyri, at hann fór at nærkast einum føstum plássi á liðnum, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Í venjingardysti ímóti ÍF í mars fekk Rógvi eina fipurspreinging, ið darvaði hann somikið nógv, at tað var ikki fyrr enn 1. september, næstan eitt hálvt ár seinni, at hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í ár, skrivar AB og leggur afturat:
- Av hesi orsøk spældi Rógvi bert átta dystir í ár - seks við næstbesta liðnum í 2. deild og tveir við Betrideildini. Í seinasta umfari fekk hann møguleikan frá byrjan í flotta sigrinum ímóti B36, har miðan, sum nakað heilt sjáldsamt, var mannað av trimum brøðrum; eldra beiggjanum, Bjarna, og so tvíburunum, Ragnari og Rógva Skála. Rógvi kom sera væl frá dystinum, og nú vóna vit, at hann megnar at halda seg skaðafrían í 2024 og gera sítt til, at AB aftur vinnur sær pláss í bestu deildini.
##med2##
Beinir Ellefsen kom aftur til AB í summar.
- Beinir er eftirhondini blivin 30 ára gamal, men vit kenna hann sum vinstra bakkin, ið breyt ígjøgnum sum heilt ungur og átti plássið í fleiri ár. Síðstu árini hevur hann spælt við ÍF Føroyum við síðuna av lesnaðinum í Keypmannahavn, men í summar flutti hann heim og gjørdist aftur partur av hópinum hjá besta mansliði okkara, skrivar AB.
- Tað bleiv til seks dystir í Betrideildini í seinnu hálvu fyri Beinir, men vit skulu ivaleyst rokna við nógvum fleiri, nú hann saman við restina av hópinum fer undir arbeiðið at endurvinna AB sætið í bestu deildini. Tilsamans hevur Beinir Ellefsen nú spælt 118 dystir fyri AB.
Flestu av útlendsku spælarunum væntast ikki at halda fram, og tað er óvist um lyklaspælarar sum Ragnar Skála og Brian Jakobsen halda fram á Argjum. Tað er heldur ikki greitt hvør verður venjari.