Argjamenn halda fast í toppskjúttanum

Betri deildin menn: Teitur Debess Olsen tekur eitt ár afturat á Argjum

AB hevur í dag boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Teit Debess Olsen. Hann bleiv saman við Mariusi Kryger Lindh toppskjútti hjá argjamonnum farna kappingarár.

 

Sermerkt við Teiti Debess Olsen er, at hann skoraði tvey mál móti KÍ í farna kappingarár. Tað fóru bara sjey mál ígjøgnum og Teitur Debess Olsen skoraði tvey av teimum. Hartil spældi hann 26 av teimum 27 landskappingardystunum.

 

- Teitur er 24 ára gamal og uppvaksin á Argjum og í AB. Fyriuttan tvey ár í útlegd hjá EB/Streymi í 2019 og 2020, so hevur hann altíð spælt við AB. Higartil er tað blivið til 82 dystir á besta mansliðnum, sambært hagtølum á FaroeSoccer.Teitur spælir vanliga á vinstra vongi, har hansara kropsliga styrki, arbeiðsmegi og harða skot kemur til sín rætt, skrivar AB og leggur afturat:

 

- Ein av teimum, ið hevur merkt sviðan av skotunum hjá Teiti Debess Olsen, er KÍ-málverjin, ársins málverji í føroyskum fótbólti, Mathias Rosenørn. Teitur hevur nevniliga skorað heili 28,57% av teimum málunum, sum KÍ hevur latið inn í Betrideildini í 2022 - tað vil siga, at Teitur hevur skorað tvey út av sjey málum, sum føroyameistararnir hava latið inn í landskappingini í ár.

 

Argjamenn koma helst at gera nakrar broytingar í hópinum til komandi kappingarár, men tað er greitt at teir halda fast í venjaranum, Henriki Larsen.

 

##med2##