Argjamenn eru raktir av dóminum

Vánirnar hjá EB/Streymi at vinna europeiska atgongumerkið styrknaðu í gjár, og trýstið á AB í botnstríðnum varð størri

Á Argjum fyrireika teir seg at fara norður til Margáir í Streymnesi, har fyrsta bríksl verður klokkan 15.

 

Í gjár avgjørdi aganevndin hjá FSF, at B68 skuldi vinna trý stig, og at trý stig vórðu tikin frá B36. B36 hevur kært ta avgerðina, og nú verður spurningurin viðgjørdur í yvirkærunevndini. Meðan bíðað verður eftir endaligu avgerðini frá yvirkærunevndini, sær stigatalvan soleiðis út, at møguleikin hjá EB/Streymi at vinna europeiska atgongumerkið er størri nú, enn hann var, meðan trýstið á AB í kappingini um at sleppa undan niðurflyting er størri nú, enn tað var.

 

EB/Streymur og AB hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. 24. apríl var Gutti Dahl-Olsen einasti málskjúttin, tá ið EB/Streymur við Margáir vann 1-0. Og í ólavsøkuumfarinum var tað fram ímóti dystarenda stórur dramatikkur á Argjum. Tá legði Marius Kryger Lindh, sum ikki hevur verið við tær seinastu ferðirnar, AB á odda, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Meiri enn tríggir minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, javnaði Rói H. Olsen til 1-1.

 

Hjá EB/Streymi er liðformaðurin Andras Ó. Olsen leikbannaður.

 

EB/Streymur – AB: Lasse Læbel Graagaard kl. 15.00.