So er tað greitt, at tað verður AB, sum saman við Skála fer at loysa av í bestu deildini fyri ÍF og TB, sum flyta niður.
AB flutti fyri einum ári síðani niður úr bestu deildini.
Talan var um javnan dyst, og tað var 1-1 eftir fyrra hálvleik. Sum seinni hálvleikur leið, vóru sandoyingar noyddir at leggja meiri fyri í álopspartinum, og tað bar spentar støður við sær í báðum endum.
Báðir partar dugdu væl at spæla seg fram í síðunum, og fleiri ferðir var talan um vandamikil innlegg, men málverjarnir báðir, Jóhan Herálvur Hentze í B71 málinum og Anders Nagel í AB málinum, vóru óførir at lesa spælið og vinna bóltin í luftini.
B71 legði bragdligari fyri, og tað vóru sandoyingar, sum settu hol á, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Tijani Mohammed skoraði við skoti eitt sindur innanfyri brotsteigarmarkið og til vinstru. Málverjin fekk hondina á bóltin, sum akkurát datt inn um strikuna.
Sum fyrra hálvleikur leið, fótaðu argjamenn sær, og stórar tíggju minuttir undan steðginum javnaðu teir. Tað var øgiligt klumpspæl, áðrenn bólturin varð trýstur inn um strikuna. Teitur Jóannesarson var í støðuni, men dómarin, Petur Reinert, hevur skrivað í dómaraseðilin, at talan var um sjálvmál.
B71 – AB 1-1 (1-1)
1-0: Tijani Mohammed 11.
1-1: sjálvmál 35.
Skála | 27 | 17 | 2 | 8 | 59 | 31 | 53 |
Víkingur | 27 | 14 | 4 | 9 | 68 | 42 | 46 |
AB | 27 | 12 | 8 | 7 | 53 | 37 | 43 |
B71 | 27 | 12 | 6 | 9 | 56 | 48 | 42 |
HB | 27 | 13 | 2 | 12 | 52 | 55 | 41 |
NSÍ | 27 | 12 | 4 | 11 | 57 | 60 | 40 |
KÍ | 27 | 9 | 6 | 12 | 43 | 47 | 33 |
B36 | 27 | 8 | 6 | 13 | 42 | 60 | 30 |
FC Suðuroy | 27 | 6 | 8 | 13 | 40 | 61 | 26 |
EB/Streymur | 27 | 7 | 4 | 16 | 40 | 69 | 25 |
Uppflytarar – Skála og AB
Niðurflytarar – FC Suðuroy og EB/Streymur
Nýggj lið í 1. deild – Undrið FF og 07 Vestur