Tað er lítið ella rættari einki at ivast í. Nýggja 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag, Drekin Reyði, fer at vinna FM í fyrstu royndini.
10-mannafarið hjá argjamonnum vann í dag sera sannførandi sigur á sundalagsstevnu í Hósvík. Tíðarmunurin aftur til næsta bátin var tólv sekund!
Á norðoyastevnu vann Drekin Reyði í sera tættari kapping við Klaksvíking. Hesa ferð bar tað ikki klaksvíkingum til at vera við í kappingini, og so var einki at rafla um.
Merkisvert er tað, at Havnarbáturin var næstfremstur, og at tað mest sum bara eru bátar í høvuðsstaðnum, suim luttaka í kappingini. Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørrur var fimm sekund aftanfyri Havnarbátin, og Eysturoyingur var aftastur.
Um eina viku verður aftur kappróður. Tá verður kappast á Skálafjørðinum, tá ið Eysturoyingur fer at royna seg í heimasjógvi.
1 | Drekin Reyði | 04:51.20 | ||
2 | Havnarbáturin | 05:03.08 | ||
3 | Ormurin Langi (RK) | 05:08.20 | ||
4 | Eysturoyingur | 05:10.18 |